top of page
Skipsmeklaravirki, keyp og søla av farmaskipum og fiskiskipum
Keyp og søla av skipum
Maretec Shipbrokers arbeiður við keyp og sølu av skipum
Fiskiskip og farmaskip til sølu hjá skipsmeklaravirkimum Maretec
Køb of sale af skibe
Fiskiskip og farmaskip
Skip av øllum sølgum til sølu
Skipsmeklaravirið Maretec arbeiður við keyp og sølu av skipum
Skipakeyp og skipasøla

Um Okkum

Keyp og Søla av skipum

Maretec Shipbrokers er eitt skipsmeklaravirki, sum arbeiðir við keyp og sølu av farmaskipium og fiskiskipum. Við meira en 30 ára royndum hava vit skipa fyri keyp og sølu av skipum vegna okkara kundar um allan heimin. Vit stremba altíð eftir at kunna bjóða eitt gott úrvæl av farmaskipum og fiskiskipum av ymiskum sløgum til sølu.

 

Við taka okkum av allari gongdini í samband við keyp og sølu av skipum, frá at finna rætta skipi, til sølu- og sáttmálasamráðingar, ger av kontrakt (MoA) og øðrum skjølum til endaliga avheindan av skipinum.

 

Farmaskip til sølu

Vit hava eitt breitt úrval til sølu, sum fevnur um farmaskip, sjálvlossarar, síðuportskip, roro og onnur skip.

 

Fiskiskip

Somuleiðis have vit eisini eitt úrvæl av fiskiskipum til sølu, sum fevnur um ísfiskatrolarar, frystitrolarar, verksmiðjutrolarar, nótaskip, pelagiskir trolarar og líniskip.

 

Onnur skip

Umframt omanfyri nevndu skip hava vit eisini fergur, frálandaskip, tangabátar og ymisk onnur skip til sølu. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa tær vit tínum tørvi og kunnu finna loysnir til tíni serligu krøv.

Skipabygging & Umbygging
Maretec hevur skipað fyri nýbygging i Spania, Póllandi og Kina og somuleiðis fleiri umbyggingum í Póllandi til kundar í Føroyum, Norra, Íslandi, Skotlandi og New Zealandi. Vit kunnu bjóða nýbygnings-projektir frá fyrsta floks skipasmiðjum í Europa. Somuleiðis hjálpa vit til við umbyggingum og umvælingum av skipum í Póllandi og øðrum londum.

 

Fá rætta skipið
Sum serføðingar í altjóða keyp og sølu av skipum arbeiða vit óheft vegna okkara kundar fyri at fremja keyp og sølu av skipum. Annarhvørt tú er eigari av skipi, ið tú vil selja, ella keypari, sum leitar eftir einum skipi, ið uppfyllir tíni serstøku krøv, so eru vit altíð til reiðar at hjálpa tær at náa á mál.
kontakta okkum fyri okkara uppskot

 

Virðismeting av skipum

Umframt keyp og sølu av skipum, gera vit eisini virðismetingar av farmaskipum og fiskiskipum fyri eigarar, reiðarar, fíggjarstovnar, tryggingarfeløg, advokatar og dómstólar. Sum meklarar veita við eitt ’Virðismetingarskjal´ á føroyskum ella eitt ’Certificate of Valuation’ a enskum, sum er ein formlig skjalfesting, ið tekur samanum okkara professionellu metan um marknaðar-virðið á skipinum. kontakta okkum fyri virðismeting av tínum skipi

bottom of page