
MARETEC Shipbrokers

Keyp og Søla av skipum
MARETEC Shipbrokers er eitt skipsmeklaravirki, sum arbeiðir við keyp og sølu av fiski- og farmaskipum. Vit skipa eisini fyri bygging, umbygging og umvæling av skipum.
Keyp og Søla
Vit hava eitt stórt úrval av skipum til sølu:
Farmaskip:
Sjálvlossarum, Singledekkarum, Tweendekkarum, Síðuport skipum, RoRo skipum, Køliskipum, Bingjuskipum, Tangabátum v.m.
Fiskiskip:
Ísfiskatrolarum, Frystitrolarum, Verksmiðjutrolarum, Nótaskipum, Pelagiskum trolarum, Líniskipum, Frysti-líniskipum, Línu- og garnaskipum, v.m.
Onnur skip:
Frálandaskipum, Support- og supplyskipum, Vaktarskipum, Ferjum, v.m.
Skipabygging & Umbygging
Maretec Shipbrokers hevur bygt 15 nýbygningar i Spania, Póllandi og Kina fyri kundar í Íslandi, Skotlandi, Russlandi og New Zealandi. Vit hava eisini fyriskipað fleiri umbyggingar í Póllandi. Vit kunnu bjóða nýbygnings-projektir av ymiskum slagi frá fyrsta floks skipasmiðjum í Europa. Nýbyggnings-projektini verða sett saman eftir ynski og tørvi hjá kundunum. Somuleiðis kunnu vit hjálpa til við umbyggingum og umvælingum av skipum í Póllandi, Estlandi og Spania.
Vinarliga lat okkum frætta, um vit kunnu hjálpa til við nýbygging, umbygging ella umvælingum.
Virðismeting av skipum
MARETEC Shipbrokers ger eisini virðismetingar av fiskiskipum og farmaskipum fyri eigarar, reiðarar, fíggjarstovnar, tryggingarfeløg, advokatar og dómstólar.